Setir samgonguni treytaleys krøv

Hon skilir ikki, at vit brúka hundraðtals milliónir um árið til tunlar, men fólk við sálarsjúku og breki, fáa ikki tak yvir høvdið

Hvussu ber tað til, vit halda at tað er í fínasta lagi, at fólki við sálarsjúku, menningartarni, og breki, búgva í húsum, sum eru fongd við soppi?

 

– Tað spurdi Sonja Jógvansdóttir uttannfloks tinglimur, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at nútímansgera Eirargarð fyri 30 milliónir.

 

Tørvurin á bústøðum í Havn til fólki við sálarsjúku, menningartarni, og breki, er ovurhonds stórur, og samgongan sigur, at umvælingin av Eirargarði er ein fráfeingisloysn ímeðan samgongan leggur eina ætlan fyri at byggja nýggjar bústaðir í stórum tali til hendan bólkin.

 

Men Sonja Jógvansdóttir sigur, at hon hevur ikki sæð nakað til nakrar ætlanir um at byggja. Og tí gjørdi hon greitt í Løgtinginum í áðni, at hon krevur, at samgongan rættiliga skjótt leggur eina ætlan fram um at byggja nýggjar bústaðir, og at hom kemur í Løgtingið við uppskotum um hetta.

 

Samstundis skal peningur setast av til endamálið, so at ferð kann setast á byggingina.

 

– Samgongan hevur onki annað val enn at seta tær hundraðtals milliónirnar av, sum krevjast til at byggja nýggjar bústaðir til hendan bólkin. Onki annað verður góðtikið, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Hon skilir ikki, hví løgtingslimir halda, at tað er tað er í fínasta lagi at vit ikki seta krøv, tá ið talan um at fólk við serligum tørvi av ymsum slagi.

 

Hon skilir heldur ikki, at vit, uttan himpr, brúka fleiri hundrað milliónir um árið til tunlar, men vit kunnu ikki geva hesum fólkum ein virðiligan bústað.

 

– Hví er tað ikki líka sjálvsagt at vit geva hesum fólkum, sum hava mest brúk fyri okkum, sosial rættindi, spyr hon.

 

Hon skilir somuleiðis ikki, at vit kunnu brúka 120 milliónir upp á talgilding, samstundis sum vit vita, at fólk ikki hava tak yvir høvdið.

 

Og samstundis lata vit pening floyma yvir landið, uttan at vit tora at skatta vinningsbýti, yvirskot og millióningar meir.

 

Bill Justinussen skeyt hana við, at Sonja Jógvansdóttir hevur alt vald til at trýsta samgonguna, tí hon er avgerðandi atkvøðan hjá samgonguni.

Men tingkvinnan vissaði um, at hon fór at gera sína ávirkan galdandi á hesum øki.