Setir hol á kjak um eldfimt mál

Nú skal hol setast á eitt politiskt kjak um kommunulæknaskipanina í Føroyum. Ein møguleiki er at gera ein felags vaktsentral í Havn fyri alt meginøkið úr Vágum til Norðoyggjar

 Eg veit, at hetta er eitt mál, sum tað eru ógvuliga sterkar meiningar um. Men tað slepst ikki undan at taka tað upp.
Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum
Nú ætlar hann at seta hol á eitt kjak um kommunulæknaskipanina í Føroyum.
 Vit hava stórar trupulleikar við at manna tey kommunulæknastørvini í Føroyum. Í fyrra lagi er tað ómetaliga torført at fáa kommunulæknar at søkja tey størv, sum eru. Í øðrum lagi er tað ómetaliga torført at varðveita læknar, sum longu eru.
Hans Pauli Strøm sigur, hetta er eitt álvarsmál og tí er hetta ein spurningur, sum vit noyðast at taka upp.
Hann sigur, at ein stórur trupulleiki er at kommunulæknar vilja ikki søkja størv uttanfyri Havnina tí at vaktarbyrðan uttan fyri vanliga viðtalutíð, er so stór.
Hetta førir við sær, at tað er at kalla heilt ómguligt at at fáa ungar kommunulæknar at søkja størv uttanfyri Havnina og tað elvir longu til trupulleikar ymsastaðni. Og so hvørt sum kommunuklæknarnir, ið eru, leggja frá sær fyri aldur, uttan at yngri vilja taka við, økist hesin trupulleikin bara.

Sterkar meiningar
Landsstýrismaðurin sigur, at ein trupulleiki við kommunulæknunum er at finna eina langtíðarloysn á, hvussu skipanin skal vera.
 Men hinvegin hava vit eisini ein annan trupulleika, sum er bráðneyðugur at loysa. Og tað er trupulleikin við vaktarskipanunum hjá kommunulæknunum.
 Tað er ein spurningur, sum má takast upp sum skjótast og tað ætlar landsstýrismaðurin sær at gera.
Hann hevur fingið eitt álit um, hvussu trupulleikin við vaktarskipanum skal loysast.
Tað álitið er nú til viðgerðar í umsitingini í almanna- og heilsumálaráðnum og skjótt fær landsstýrismaðurin eitt tilmælið frá umsitingini. Tað tilmælið fáa síðani teir politisku flokkarnar til umrøðu.
Hetta er ein spurningur, sum viðkemur nógvum ymsum økjum og tí er hetta eisini ein spurningur, sum politikarar hava greiðar meiningar um.
 Av tí at talan er um sera viðkvæmt mál, er tað púra greitt, at tað er neyðugt við eini nágreiniligari politiskari viðgerð, annars fáa vit heldur onga loysn.
Sum skipanin er nú, skiftast kommunulæknarnir í teimum einstøku læknadømunum eisini um at hava vakt uttanfyri viðtalutíðini.
 Tað ger, at kommunulæknarnir uttanfyri Havnina hava rættiliga nógvar vaktir. Men kommunulæknar góðtaka ikki longur so stóra vaktarbyrðu og tí er tað ómøguligt at fáa ungar kommunulæknar at manna tey størv, sum eru.
 Tí koyra kommunulæknarir á fyri at fáa eina nýggja skipan, tí teir vilja ikki longur arbeiða undir umstøðunum, sum tær eru nú.

Felags vaktarsentralur
Hans Pauli Strøm sigur, at øll eru samd um, at broytingar skulu gera. Tað, sum semja ikki er um, er, hvussu víttfevnandi, broytingarnar skulu vera.
Landsstýrismaðurin sigur, at ein møguleiki er at skipa alt meginøkið í Føroyum í ein felags vaktsentral í Havn.
Tað er meirilutin av kommunulæknunum sinnaður til. Hinvegin mælir minniluti frá, tí teir halda, at økið verður ov stórt og tí heldur minnilutin, at arbeiðsøkið hjá vaktsentralinum verður minkað.
 Tá ið Landssjúkrahúsið fekk nýggjan bygning, varð lagt upp fyri, at tað skuldi vera pláss fyri einum felags vaktarsentrali til miðstaðarøkið
 Spurningurin er so eisini, hvussu stóran part av meginøkinum ein felags vaktsentralur í Havn skal fevna um og um hann skal fevna um alt økið, heilt úr Vágum til Norðoyggjar, ella um hann bara skal fevna um ein part av hesum øki og um Sandoyggin skal vera uppi í ella ikki.
Tað merkir so, at tá ið fólk í hesum øki hava brúk fyri lækna uttanfyri viðtalutíð, skulu tey ringja á eitt ávíst nummar, sum verður felags fyri øll.
 Men tað er langt av Landssjúkrahúsinum út í ytstu krókar í meginøkinum, so ein annar møguleiki er, at læknavaktin á landssjúkrahúsinum, so aftur hevur bakvaktir úti í økinum, sum kunnu trakka til, um tørvur verður á tí.
 Landsstýrismaðurin ivast í um tann politiska viðgerðin fer at ganga so skjótt, at ein nýggj vaktarskipan kann setast í verk seinni í ár, so helst verður tað ikki fyrrenn fyrst í næsta ári, at hon kann setast í verk.
Hann sigur, at Suðuroyggin er so fjarskotin, at hon fer ikki at koma undir hesa skipanina, men kemur at hava sína egnu vaktarskipan.
Sjálvur vil landsstýrismaðurin ikki siga, hvussu hann kundi hugsa sær, at skipanin skuldi verið.