Setir flóttafólk á breddan í Løgtinginum

Gera føroyingar nokk fyri at hjálpa flótafólkum?

- Eru nakrar ætlanir um, hvussu føroyingar skulu hjálpa flóttafólki

 

Tað skal Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingamálum, nú greiða frá.

 

Spurningurin um flóttafólk er enn einaferð reistur í Løgtinginum, og hesa ferð er tað Kristina Heðinsdóttir Clementsen løgtingskvinna, sum tekur málið fram.

 

Hon hevði sæti á Løgtingi beint fyri jól, sum varakvinna fyri Annitu á Fríðriksmørk, og í tí sambandi reisti hon spurningin um nógv umrødda flóttafólkaspurningin í Løgtinginum.

 

Og hon vil nú hava landsstýrismannin at greiða frám um hann arbeiðir við nøkrum ítøkiligum í sambandi við flóttafólk, og um hann annars heldur, at Føroyar gera nóg mikið við stóru avbjóðingarnar, sum flóttafólk og neyðstødd, eru.

 

- Føroyar eru partur av einum altjóða heimi, og spurningurin er, um ikki eisini vit eiga at hjálpa flóttafólkum og neyðstøddum, heldur Kristina Heðinsdóttir Clementsen

 

Í hesum sambandi vil hon eisini hava Poul Michelsen at greiða frá, hvat hendan kringluta orðingini í samgonguskjalinum, í roynd og veru, merkja: Sum partur í einum sínamillum tengdum heimi hava Føroyar eisini ábyrgd í mun til tær ovurhonds stóru avbjóðingarnar við flóttafólki og neyðstøddum kring heimin – og á henda hátt av at royna at skapa eitt tryggari heimssamfelag.