Suðuroyarsiglingin
? Hetta er sera álvarsligt. Og hetta kann eisini fáa sera álvarsligar avleiðingar.
Tað kom púra óvart á Strandferðsluna, at tað nú hevur stungið seg upp, at Norrøna kanska skal keypast til suðuroyarsiglingina, ístaðin fyri at halda fram at byggja nýggja skipið, sum ætlanin hevur um.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, vil ikki siga so heilt nógv um ætlanina at keypa Norrønu til Suðuroyarsiglingina .
Men hann sigur, at Strandferðslan tekur málið í allarstørsta álvara.
Strandferðslan fór beinanvegin í gjár undir at gera eina frágreiðing til Landsstýrismannin í vinnumálum um Norrønu.
? Í hesi frágreiðingini fara vit at gjøgnumganga bæði skipini, Norrønu og skipið, sum ætlanin var at byggja í smálutir og at samanbera bæði skipini.
Men onkra hugsan hava tit um Norrønu?
? Ja Tað hava vit og tað kemur fram í frágreiðingini. Men vit hava alla tíðina lagt stóran dent á, at ætlaði Smyril er eitt heilt øðrvísi skip, enn Norrøna, ella ein broytt útgáva av Norrønu er, ella nakrantíð verður.
? Tað, sum serliga brýtur frá, er, at suðuroyarskipið, sum ætlanin er at byggja, er ikki so høgt og hevur ikki allar koyggjurnar , sum Norrøna hevur til ferðafólk at sova í. Tvørturímóti lækkar nýggi Smyril mittskips, fyri at gera hann so lágan sum gjørligt.
Reidar Nònfjall sigur, at tað, sum Strandferðslan fer at leggja dent á í frágreiðingini til landsstýrismannin í vinnumálum, er gongdina í málinum higartil og marknaðurin fyri brúktar ferjur. Harafturat fer Strandferðslan at samanbera bæði skipini, ætlaða Smyril og Norrønu. Vit fara at samanbera aldurin, sjóførleikan, skrokkin, kapasitetin, hvussu reglulig sigling kann væntast at verða við báðum skipunum, maskinorka og maskinslag, tænastuferð, atløguviðurskifti, rakstrarútreiðslur og møguligar sparingar, ella meirútreiððslur.
Men haruframt fara vit eisini at gera upp, hvat ætlanin at byggja nýggja n Smyril hevur kostað higartil, og, hvat tað fer at kosta at annulera byggiætlanina og harumframt hvat tað kostar at sleppa burturúr øðrum viðurskiftum, sum strandferðslan hevur bundið seg til í sambandi við byggiætlanina.
Skaðar umdømi
Men í frágreiðingini fer Strandferðslan eisini at viðgerða, hvat ætlanin, sum nú hevur tikið seg upp, fer at merkja fyri umdømi føroyinga úteftir.
? Tað er ongin ivi um, at hetta fer at skaða umdømi okkara úteftir, bæði hjá Strandferðsluni og hjá føroyskum vinnulívi sum heild. Vit eru ikki einasta reiðarí í Føroyum, sum fara at byggja skip uttanlands, men framferð, sum hendan, frættist skjótt, tí skipasmiðjur kring um hava altíð følarar úti.
Reidar Nónfjall minnir á, at Strandferðslan hevur longu biðið 18 skipasmiðjur kring um í heiminum um at lata fyribils tilboð inn uppá at byggja nýggjan Smyril.
?Tað er alt annað enn heppið fyri umdømi føroyinga, um vit nú fara at annulera ætlanina, tí tað fara skipasmiðjur at leggja sær í geyma, næstu ferð, føroyingar ætla at byggja skip uttanlands, sigur stjórin á Strandferðsluni.