Ásetingarlógin fyri tingið

.

Nógv umtalaða uppskotið um broytingar í ásetingarlógini, ið skal tryggja pensjónistunum, at skattaviðurskifti teirra eru í lagi, var til fyrstu viðgerðar á tingfundinum í gjár.

Talan er um eitt broytingaruppskot, ið Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri legði fyri tingið 25. februar í ár. Hetta broytingaruppskotið til ásetingarlógina varð sostætt lagt fyri tingið ellivu dagar eftir, at ásetingarlógin varð samtykt. Henda varð nevniliga samtykt 14. februar í ár.

Landsstýrið vísir á, at fólkapensjónistarnir við hesi broyting fáa ta hækking í tøkum peningi, sum ætlanin var, at teir skuldu fáa við lógini um javning av almannapensjónum. Ein stakur fólkapensjónistur fær umleið 12.000 krónur meira at ráða yvir og ein giftur umleið 8.000 krónur.