Ritan so mangan várt álit man vera,
siglur um aðrir á nev fingu slag,
Tróndur ei longur so væl man fungera,
treingir til hvíld sum so mangan ein dag.
Suðringar hava so leingi nú bíðað,
nær munnu fara til okkum at smíða.
Útvarpið segði so einki um tað,
so helst verða vit koyrd í aftaru rað.
Smyril tó ein dag í dokk noyðist fara,
takast úr sigling í dagarnar fleir,
kínast um botnin og av skava tara,
kanska teir ei nýtast spandera meir.
Lat meg tí koma við hugskoti góðum,
ætla til tykkum sum virka við lógum.
Setið úr gildi eina einastu lóg,
hana sum geldur í okkara sjó.
Setið so aftur í sigling tær gomlu,
Høganes, Jóhannu og Westvard Ho,
rekið frá landið so fólkið við homlu,
sendið til fornminnissavnið nú boð.
Tær nýtast ikki at liggja við breki,
kanska tað finnist ein hissini leki,
tær vit kolfatra á túri við tvist,
tá riggar Strandferðslan aftur so vist.
Morgunmaður