Setið Prix Føroyar aftur á skrá!

Fríðálvur Jensen
-----
– tað er brúk fyri eini tónleikakapping, sum kann stimbra undir og menna føroyska tónleikin! (ikki send) Áheitan til Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya

Eg vil gjarna takka fyri øll árini, Norðurlandahúsið hevur virkað fyri føroysku mentanini og tónleikinum!
Tað er ONGIN ivi í mínari verð, at, millum annað, Prix Føroyar hevur sett gongd á nógv og hevur ment mangar tónleikarar.
STÓRT TIL LUKKU við 30 fantastisku árunum!
Tað er púra satt, at vit merktu eina stóra menning, eftir at Norðurlandahúsið stóð liðugt í 1983.
Saman við menningini av Musikkskúlanum, kunnu vit bara staðfesta, at risafet eru gjørd, sum veruliga hava sett føroyska tónleikin á breddan.
Men eg vil so eisini heita á NLH og KVF um at fáa eina tónleikakaping ígongd aftur, tí vit sóu hvussu Prixið setti gongd á og fekk fleiri at royna seg.
Vit eiga mong gávaði fólk, sum ivaleyst sita við mongum evnum, ið ein komandi kapping kundi varpað ljós á.
Eg eri eisini spentur um komandi hølisviðurskiftini hjá Musikkskúlanum, sum eisini kann at lata upp fyri fleiri møguleikum.
Vónandi verður okkurt gjørt við hetta, so vit, tey komandi árini, fara at síggja enn fleiri talent, ið kunnu ríka okkum og føroyskt tónleikalív!
Her er tað bólkurin I Am, sum legði sítt fram í 2001:
www.youtube.com/watch