Hann biður teir aftur leggja frá landi og seta nótina út høgrumegin við bátin, so skuldu teir fáa. Teir so gjørdu, og fingu tá so nógv í nótina, at teir orkaðu ikki at draga og máttu sleipa nótina at landi.
Fiskaloysi?
Møguliga var fiskaloysi á Tiberiasvatninum. Ið hvussu er ta náttina. Men tá Kongur lívsins, uppruni og Skapari náttúrunar trein á pallin, varð fiskaloysi vent til rokfiskiskap. Føroyingar hava í øldir livað í trúnni á hendan mátt. Óteljandi eru søgurnar um líknandi fyribrigdi, sum Símun og vinmenn upplivdu á Tiberiasvatninum hendan fyrrapartin. Guð hevur mangan og á mangan hátt svarað bønum føroyinga, tá á hevur staðið. Fyri skiparum, manning og øðrum hevur hann bæði í dreymum og sjónum víst á fiskileiðir. Hann hevur signað, har signing hevur trotið, og bæði leik og lærd hava staðið spyrjandi. Hvør megnaði at greiða frá ómetaligu broytingini í 1994, tá fiskurin aftur fylti grunnarnar, eftir óvanligt fiskaloysi ár frammanundan?
Vísundin
Lívfrøðiligu tilmælini hava onkursvegna fingið serstøðu í politisku skipanini. Frøðingarnir eru komnir til heiður og æru, og nú hevur politiskur meiriluti fyri fyrstu ferð í føroyskari søgu lagt allan politikk í hendurnar á teimum. Ávegis er hetta helst skilagott. Men vísundin er avmarkað. Hon avmarkar seg sjálva til prógvaða vitan. Veruleikin er størri enn tað, sum vit menniskju vísindaliga kunnu avdúka. Hetta sannaðu lærusveinarnir, tá teir ímóti øllum royndum og vísdómi vórðu bidnir um at seta nótina út høgrumegin. Teirra fongur gjørdi egnar royndir til skammar. Hann avdúkaði ein mátt, sum liggur uttanfyri mannavísund. Skrivað stendur, at heimurin við vísdómi sínum ikki kendi Guð í vísdómi Hansara. Skulu vit gloyma Hann, nú stórar avgerðir skulu takast fiskivinnupolitiskt?
Fiskidagarnir
Politikkarar hava givið sær sjálvum eittans amboð at regulera veiðutrýstið: fiskidagarnir. Og gongdin hevur verið einvís, síðani skipanin varð sett í verk miðskeiðis í níti-árunum. Vísundin hevur einvíst mælt til meiri skerjingar. Ongantíð hesi 15 árini hava vísindaligu tilmælini gingið hinvegin. Hóast vit bæði hava havt góð og ring fiskiár. Gogdin er støðugt at minka um dagatalið. Síðani byrjan hava vit higartil skert dagatalið við út móti 50%.
Útróðrarmenn bløða út
Treytirnar fyri at vera útróðrarmaður eru vorðnar ótolandi. Tann, sum eftir 18. august framhaldandi verður útróðrarmaður, man vera borin uppi av ómetaligum úthaldni. Ikki bara færri fiskidagar tyngja gerandisdagin. Á nógvum økjum eru korini miðvíst versnað. Nú skal sjómaðurin sjálvur fíggja inntøkutrygdina. Nú skal hann gjalda munandi meiri fyri trygdarskeið. Og heilsuváttanirnar má hann somuleiðis nú eisini gjalda sjálvur. Umframt hesi átøkini frá ABC-gonguni, eru trygdarkrøvini munandi herd. Fyri at fylgja krøvunum, má ein útróðrarmaður gjalda nógvar 10.000 krónum í eyka útreiðslum, bara fyri at sleppa at flóta.
Nakað bendir á, at oyðingin av útróðrarmonnunum er ein politisk ætlan. Serliga sæst tað aftur í uppskoti landstýrisins. Hóast lívfrøðiligu tilmælini siga, at upsin og harvið trolaraflotin skal skerjast meiri enn toskurin, hevur landsstýrismaðurin valt at pilka útróðrarmenninar burturúr og skerja teirra dagatal tvífalt tað, sum aðrir bólkar verða skerdir.
Religion?
Nøkur eru farin at nevna vísundaligu tilráðingarnar religión. So ella so mugu vit leikfólk velja, hvørjum vit trúgva. Nøkur trúgva vísundini. Men vit føroyingar eiga at hava lært av søgu okkara. Hon sigur okkum, at annað og meiri er enn vísund, so góð sum hon nú kann vera. Tá politiskar avgerðir skulu takast, ber ikki til at avmarka heildarmyndina og gloyma náttúru og Skapara. Hann ferð aftur at fylla nótina og fáa okkum at undrast. Men skal nótin fyllast, skal hon fyrst setast. Vónandi standa vit ta royndina.