Setið lívið í hásætið

- Tað er umráðandi at fokusera á lívið í staðin fyri pínuna og alt, ið forðar og gloypir lívinum, sigur Thorkild N. Jørgensen, psykoterapeutur. Hesa vikuna fer hann at halda skeið og almennan fyrilestur fyri avvarðandi at krabbameinssjúklingum.

Thorkild N. Jørgensen, psykoterapeutur, hevur arbeitt við sjúkuraktum í nógv ár og hevur drúgvar royndir sum psykoterapeutur og diakonur:
 
- Ein avvarðandi kann verða fangaður av pínuni hjá tí sjúka. Hetta hendir ótilvitandi, og tí skal ein leita eftir hjálp fyri at gerast vitandi um sína egnu støðu og at skapa sær nýggjar møguleikar.
 
- Nógv avvarðandi brúka alla orkuna á at nøkta tørvin hjá tí sjúka. Tað er sjálvandi natúrligt og rætt at hjálpa teimum, ið standa einum nær. Men ein kann missa seg sjálvan burtur, greiðir Thorkild frá og skoytir uppí, at tað er eingin loyna, at tað er tyngjandi og trupult at verða avvarðandi:
 
- Eingin hevur biðið um at verða avvarðandi, og hetta noyðist ein at læra. Tað er umráðandi at deila lívið hjá sær við øðrum. - At skapa trúnað og eina oasu, har ein kann verða fríur og fortelja um sítt lív og sína støðu. Tað er mín uppgáva at skapa rúmið, har tað ber til at vera tann, ein er, og at kenna sorgina og máttloysið, sigur Thorkild Jørgensen.
 
- Tað ber veruliga til at gera sítt besta fyri tann sjúka uttan at missa seg sjálvan burtur. Somuleiðis ber til at koma ásamt við sorgina, pínuna og samvitskubitið, sum ein næstan altíð fær, tá ein sær onnur pínast. Meiningin er, at øll, eisini tann álvarliga sjúki, kunnu fáa eina góða tíð saman, sigur Thorkild Jørgensen at enda.

--

Sitat:

Avvarðandi mugu ikki steingja seg inni, men heldur geva sær tíð til at hjúkla um seg sjálvan. Eitt nú við at fara á vitjan hjá onkrum, at ganga ein túr ella svimja. Thorkild N. Jørgensen.
 
Myndatekstur:
- Nógv avvarðandi brúka nógva orku uppá at nøkta tørvin hjá tí sjúka. Tað er sjálvandi natúrligt og rætt, men ein kann missa seg sjálvan burtur, sigur Thorkild N. Jørgensen.
 
FAKTA
Fyrilesturin »Álvarlig sjúka rakar eisini avvarðandi« verður í kvøld klokkan 19.00 í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
 
Skeiðið fyri avvarðandi at krabbameinssjúklingum »Avvarðandi tørvar eina oasu« verður leygardagin 17. juni frá klokkan  9.00 og til klokkan 16.30 í hølunum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Havn. Áhugað kunnu tekna seg hjá felagnum á telefon 317959.
 
Til ber somuleiðis at práta við Thorkild N. Jørgensen undir fýra eygum. Áhugað kunnu venda sær til Føroya Felag móti Krabbameini.
 
--
 
FAKTA
Lesið meira á:
<A title=http://www.livifokus.dk/ href='"http://www.livifokus.dk/"$?$end$!$www.livifokus.dk
<A title=http://www.psykoterapeutforeningen.dk/ href='"http://www.psykoterapeutforeningen.dk/"$?$end$!$www.psykoterapeutforeningen.dk