Facebook órógvar undirvísingina. Tað er niðurstøðan í frágreiðing, sum Danmarks Pædagogiske Universitet hevur latið úr hondum.
Úrslitið vísir, at skúlanæmingar brúka heldur tíðina á Facebook enn at lurta eftir lærarunum, meðan tað verður undirvíst í skúlunum. Lærarar siga, at teir hava torført við at fáa samband við næmingarnar.
Árni Egholm er formaður í næmingaráðnum í Hoydølum. Hann heldur, at Facebook órógvar í tímunum, men hann tekur ikki undir við, at skúlin skal seta forboð fyri at brúka Facebook.
- Vit hava so nógv forboð í skúlanum frammanundan. Næmingurin skal syrgja fyri at vísa áræði og fáa sum mest burtur úr undirvísingini, tí hann kann helst altíð finna sær okkurt at vera upptikin av, sigur Árni Egholm.
Fleiri næmingar, sum tey, ið varða av kanningini, hava prátað við, viðurkenna eisini, at Facebook órógvar teirra undirvísing. Næmingarnir leggja hinvegin afturat, at tað er ikki bara sum at siga tað at sløkkja fyri heimasíðuni.
Mikkjal Helmsdal er rektari á Studentaskúlanum í Hoydølum.
Hann sigur, at starvsfólkini á skúlanum tosa javnan um trupulleikan.
- Lærarin kann krevja, at næmingurin sløkkir telduna, men vit hava einki forboð sum sigur, at næmingurin kann ikki brúka Facebook í skúlatíðini. Næmingurin skal eisini læra at brúka ymsu samskiftismiðlarnir. Vit skulu staðfesta, hvat er strimbrandi og ikki. Vit tosa um málið í heilum, men framvegis er einki forboð móti Facebook, sigur Mikkjal Helmsdal.