? Hví skuldi tað ikki gingið, at fingið tónleikin til ein vinnuveg í Føroyum, tá tað ber til aðrastaðni? Men tað krevur, at politikararnir eisini vakna og koma við í arbeiðið. Um teir fara at síggja vinnumøguleikarnar í tí, so ber tað væl til, heldur Elin Hentze, ein av fyrilestrahaldarunum á seminarinum.
Í fyrilestri sínum tosaði Elin Hentze nógv um hvussu tónleikarar mugu marknaðarføra seg sjálvar og sín tónleik, fyri at verða sæddir í fjøldini.
Hon sigur, at av tí at marknaðarføring er ógvuliga dýr, um tú skalt síggjast aftur ímillum tey bestu, so eru møguleikarnir hjá smáum tónleikafyritøkum og bólkum nógv skerdir í mun til stóru feløgini.
? Høvdu vit fingið eitt tónleikavinnuráð, á sama hátt, sum vit hava eitt ferðavinnuráð, so hevði tað bøtt munandi um møguleikarnar hjá føroysku tónleikarunum at sligið ígjøgnum uttanlands, sigur Elin.
Tónleikamálaráðharri
Elin heldur, at tónleikavinnuráðið skuldi arbeitt miðvíst fyri allar tónleikarar, soleiðis, at tað gjørdist lættari at fáa tónleikin út um landoddarnar. Til dømis við at skipa fyri konsertferðum, tónleikamessum og skeiðum. Hetta hevði gjørt arbeiðið hjá hvørjum einstøkum tónleikara nógv lættari, tí tað var eitt tónleikavinnuráð, sum tók sær av og samskipaði vinnuna.
? Uppgávan, sum Urd Johannesen ger fyri mentamálaráðið og vinnumálastýrið um rútmiskan tónleik í Føroyum, er avgjørt ein góð byrjan. Eg ivist ikki í, at tónleikurin kann gerast ein vinna, men fyri at tað skal kunna bera seg, er neyðugt, at tað verður samskipað við einum tílíkum ráði. Og hví ikki seta ein tónleikamálaráðharra eisini, spyr Elin flennandi, tó við einum ávísum álvara í røddini.
Hon sigur, at um føroyskir tónleikarar kundi farið út í heim við einum felags fronti, sum áðurnevnda tónleikaráð hevði verið, hevði tað bøtt munandi um møguleikan at verða sæddur á altjóða tónleikapallinum, tí alt PR arbeiðið av føroyskum tónleiki hevði verið felags.
? Við einum tónleikaráði hevði tað eisini verðið lættari at samstarva við hini norðurlondini, soleiðis at vit kundu staðið saman ímóti teimum heilt stóru, vísir Elin á.
Hon nevnir, at í Svøríki er inntøkan av tónleikinum 0,5 % av bruttotjóðarinntøkuni.
? Av tí, at Svøríki er eitt somikið stórt og ríkt land, eru 0,5 % av tjóðarinntøkuni rættiliga nógvir pengar. Um vit skuldu fingið 0,5 % av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni frá tónleikinum, hevði tað verið nóg mikið við einum ella tveimum tónleikarum, sum sláa ígjøgnum. Hví er tað eitt so órealistiskt mál, spyr Elin Hentze.
Samfelagið má stuðla
Hon sigur, at eitt, sum hevði hjálpt tónleikarunum væl á veg, hevði verið um teir vórðu bidnir um at spæla til ymisk tiltøk her heima, har eisini útlendingar eru við .
? Tað kunnu vera politiskar vitjanir, fundir av ymiskum slagi, ítróttastevnur ella ferðafólkaútferðir. Um tónleikararnir koma á pallin í steðgunum, tykist tað í fyrsta umfari sum undirhald, men í veruleikanum er tað ein sera góður sýnisgluggi hjá teimum. Og tað kann so væl løna seg aftur seinni, greiðir Elin frá.
Hon nevnir stóru oljumessuna, sum herfyri var í Stavanger.
? Ein oljumessa hevur einki við tónleik at gera, sum so, og fólkini sum koma, hava heldur ikki nakað við tónleik at gera. Men hóast tað, valdu fyriskipararnir at enda messuna við eini stórari konsert, har millum onnur Eivør Pálsdóttir var við. Tað var ein frálíkur møguleiki hjá henni at røkka nógvum fólkum og siga teimum, at hon er til. Tað er heilt víst, at hon hevur havt ávirkan á tey, soleiðis at tey minnast hana framyvir. Tað er sera góð marknaðarføring, sigur Elin.
Hon heldur avgjørt, at føroyingar áttu at lært av tí, og tikið hugskotið til sín.
Elin sigur, at vit hava nógvar framúr góðar tónleikarar og sangarar, sum veruliga endurspegla føroyska samfelagið.
? Skulu fólk velja júst teg og tín tónleik burturúr, so er neyðugt at tú hevur nakað serligt. Tú mást verða á sama støði sum kappingarneytarnir í útlondunum ? ella betri, sigur hon.
? Vit hava Eivør, Guðrun Sólju, Lenu Andersen og Teit Lassen, fyri bert at nevna nøkur, sum øll hava eina ótrúliga intensa nærveru. Tað er ein endurspegling av føroyska fólkinum, sum er nógv meiri nærverandi og intenst enn stórbýarfólki er. Og tað hevur eina ógvuliga sterka ávirkan á áhoyraran, greiðir Elin frá, og leggur afturat, at serliga í dag, har tónleikurin fyri tað mesta antin er larmutur ella teldugjørdur, hevur hendan føroyska nærveran nógv at siga.
Hon sigur, at tað eisini býr ein kraft í føroysku tónleikarunum, sum ger, at teir bæði kunnu vera harða ódnin, sum leikar í, eins væl og blikalognin. Og teir bestu kunnu skifta frá ódnini til blikalognina bert í einari reglu í einum lagi.
? Tá tú skalt selja tónleikin, ræður tað um at finna tey bestu søluargumentini. Nakað, sum er serstakt. Henda náttúrliga kraftin samantvinnað við nærveruna er nakað serstakt, nakað, sum føroyskur tónleikur kann seljast uppá. Okkara serligi og spennandi identitetur, sum vit hava av at búgva her, er eitt gott søluargument, sigur Elin og tekur íslendsku Bjork sum dømi.
? Hon setti veruliga Ísland á heimskortið, og óbeinleiðis man hon hava verið ein góður stuðul hjá íslendsku ferðavinnuni. Hon umboðar eldgos, heitar keldur og huldufólk. Nú hon er sligin ígjøgnum hevur Ísland veruliga fingið eitt andlit úteftir, so tað loysir seg avgjørt at stuðla tónleikarunum. Tað lønar seg altíð aftur, staðfestir Elin at enda.










