- Vit megnaðu tað í oljukreppuni 1973 og megna tað aftur um viljin er til tess. Tað sigur Poul Hansen, advokatur, sum heldur at vit skulu banna bilkoyring sunnudag til tess at minka um CO2 útlátið
Poul Hansen sigur, at vit hava eina rættiliga ?grøna? el-framleiðslu í Føroyum. Hann heldur tað ikki vera skilagott at útbyggja vatnorkuna meira, tí tað kostar nógv og oyðileggur náttúruna.
- At vit eru á einum fimta plássi, havt viðvíkur el-framleiðslu av varandi orkukeldum, prógar eisini hetta, sigur hann.
Hann heldur, at okkara CO2 útlát skal minka, og tað fer at minka av sær sjálvum komandi tvey árini, tá heimaflotin verður noyddur at tillaga veiðuorkuna til tilfeingið.
- CO2 útlátið fer eisini at minka munandi næstu árini við teimum frambrotum, ið henda innan sólkyknur, húsarhaldsmyllum v. m. og vilja minka uppaftur meira um løgtingið frítekur alla slíka útgerð fyri mvg, sigur hann.
Harumframt vilja sparingar í olju/el-nýtslu eisini í stóran mun minka CO2 útlátið.
Lat okkum veruliga seta Føroyar á heimskortið ? ikki við at hava fyrrverandi USA forsetar og varaforsetar ein dag í Føroyum (einki galið í tí) ? men við at minka CO2 útlátið á tann hátt, at vit banna allari privatkoyring sunnudag.
- Mær kunnugt hava onnur ikki gjørt tað, so hví ikki vera tey fyrstu at gera hetta og í verki veruliga vísa okkara virðing fyri náttúruni í staðin fyri at byrgja fáu livandi áir og dalar okkara aftan fyri betong og asfalt.
Vit megnaðu tað í oljukreppuni 1973 og megna tað aftur um viljin er til tess. Tað verður heldur ikki verri fyri fólkaheilsuna at fólk ganga og ikki koyra sunnudagar.