Setið bara forboð móti at búgva í Havn

Poul Michelsen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin sigur onga meining vera í at flyta allan raksturin av Strandferðsluni til Suðuroyar, um endamálið bara er at upprætthalda arbeiðsplássini og at flyta pengar úr høvuðsstaðarøkinum.

Hóast flest allir politikarar taka undir við at flyta umsitingina av Strandferðsluni til Suðuroyar, so er fegnast Poul Michelsen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn ikki.
- Skulu vit ikki bara siga, at tað skal vera forboðið at búgva í Havn? spyr hann.
Við Sosialin sigur hann, at í hansara hugaheimi átti endamálið at verið at minka um almennu útreiðslurnar. Í hesum sambandi átti raksturin av eindunum hjá Strandfersluni at ligið har ruturnar eru, eitt nú, at nólsoyingar reka Rituna og suðuroyingar Smyril. Og eins og fleiri onnur hava sagt, so heldur fyrrverandi borgarstjórin í havn, at raksturin av Smyrli kundi verið umborð á skipinum.
Spurdur, um politiska skipanin ikki hevur skyldug til at flyta almenn arbeiðspláss út í útjaðaran, sigur hann, at tá skal grundgevingin ikki vera, at hjálpa smáu kommununum, men at rationalisera raksturin av almenna stovninum.
- Hetta minnir ikki sørt um tosið um útjavning millum høvuðsstaðin og útjaðaran. Í Reykjavík og Keypmannahavn var endin, at kommunurnar fóru á reyvina. Tað kostar at vera høvuðsstaður, men um alt skal flytast út, so verður onki eftir her, sigur Poul Michelsen.