Sethúsasølan í Danmark slær øll met

Nýggjastu tølini frá donskum húsameklarum vísa, at sølan slær øll met

Tað gongur strúkandi hjá donskum húsameklarum í løtuni. Sølan er vaksin metnógv seinastu tíðina, og prísurin er høgur.

 

Tvær av størstu meklarafyritøkunum í Danmark eru ávikavíst EDC og Nybolig, og hjá báðum tveimum vísa nýggjastu tølini sera stóran vøkstur. Hjá EDC er sølan vaksin heili 54 prosent, um hugt verður eftir fyrsta kvartal 2015 í mun til fyrsta kvartal í 2014. Hjá Nybolig er vøkstur 38  prosent fyri sama tíðarskeið.