Sethúsaprísirnir veksa alsamt

Jón Simonsen, stjóri í Skyn, greiðir frá, at linari treytir fyri sethúsalánum frá bankunum ger, at fleiri keyparar nú eru á marknaðinum.

Sethúsaprísirnir hava verið vaksandi alt árið, serliga í størru økjunum, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn.

 

Sethúsaprísirnir veksa alsamt og í miðstaðarøkinum hava teir ikki verið so høgir síðani triðja ársfjórðing í 2007.

- Tað er serliga í Havnini, í Klaksvík og í Runavík at vit merkja, at prísirnir hækka, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn.

 

- Tað er tó stórur munur á ymsu økjunum í landinum. Á Eiði og í Suðuroy hækka prísirnir ikki. Í Vágunum standa teir eisini í stað, sigur hann.

 

Orsøkin er, at tað eru fleiri keyparar á marknaðinum nú enn tað hava verið seinastu tíðina.

- Tað hava allarhelst verið ov fáar sølur seinastu árini. Kanska bankarnir ikki hava verið sinnaðir at veita fígging. Nú er rentan tó lækkað og kanska er tað tí lættari hjá fólki at fáa fígging til húsakeyp, sigur Jón Simonsen. Hetta sæst eisini aftur á talinum av sølum, serliga í Klaksvík.

- Undanfarnu árini hava vit havt forholdsvís lítla sølu í Klaksvík, vit hava selt alt ov fá hús har norðuri. Seinastu árini hava vit ligið um fimm til átta hús um árið. Í mun til sølutølini í Havnini hevur tað verið alt ov lítið. Higartil í ár hava vit tó selt 20 hús í Klaksvík og nøkur og 90 í Havnini. Tað er eitt lutfall, ið samsvarar betri við munin í fólkatali í teimum báðum býunum, sigur Jón Simonsen.

 

Tað er sera ymiskt hvussu gongur við sethúsasøluni um landið. Í Suðuroynni er sera torført at selja húsini, líkamikið hvør prísurin er, sigur hann, meðan í Havnini verður alt selt, sum hevur ein rímiligan prís.

- Tað er ov fáar ognir til sølu í Havnini, men hetta merkir ikki, at fólk gjalda okursprís fyri tær, ið eru til sølu. Fólk tykjast vita, hvat tey eru sinnaði at gjalda fyri eini hús, hóast stórt trýst er á marknaðinum. So yvirprísaðar ognir verða standandi á sølulistanum.

 

Ein av orsøkunum til, at so nógv ynskja at keypa hús er, at tað eisini er so dýrt at byggja hús í hesum døgum.

- Grundstykkini í Havnini eru so dýr og so stórt trýst er á byggimarknaðinum, at samlaði prísurin verður ov høgur. Tað kostar tær skjótt tvær milliónir at byggja eini hús, og tá hugsað mong, at so kann eg líka gjarna keypa eini.

 

Jón Simonsen væntar, at sethúsaprísurin nú hevur funnið eina góða legu.

- Vit eru als ikki á tí støðið, sum prísurin var á triðja ársfjórðing í 2007. Tá náddu vit toppinum. Í 2008 og 2009 fall prísurin so nakað. Tað gjørdist torførari at fáa fígging til húsakeyp og alsamt færri ognir vóru lýstar leysar. Fólk vildu ikki selja, tí tey vistu, at prísurin var vorðin so lágur. Men sum sagt, nú eru treytirnar frá bankunum linkaðar nakað og prísurin er hækkaður. Tó so, sum nevnt áður, so eru fólk ikki sinnaði at gjalda okursprís fyri sethúsini, so væntandi hevur hann funnið ein góða legu, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn.