Tað skrivar Betri banki í bústaðargreining.
Vanliga hava rentuhækkingar við sær, at bústaðarprísirnir fella, men í Føroyum hevur avmarkaða útboðið av bústøðum hildið hondina undir prísunum. Nú renturnar eru lækkaðar fýra ferðir seinasta hálvárið, sæst hetta aftur á sethúsamarknaðinum, har prísirnir aftur ganga uppeftir.
4,2 milliónir fyri eini sethús í Tórshavn
Í fjør kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,2 milliónir krónur í miðal. Tað er 9% meira enn í 2023, tá miðalprísurin var 3,8 milliónir krónur.
Fyri restina av landinum var miðalprísurin 2,2 milliónir krónur í fjør, samanborið við 2 milliónir krónur í 2023. Tað er ein vøkstur á 10%.
##med2##
Betri Heim staðfestir, at eftirspurningurin eftir bústøðum er stórur. “Vit seldu munandi fleiri ognir í fjør samanborið við árið fyri, og gongdin sær út til at halda fram í ár. Við útlitum til fleiri rentulækkingar er í løtuni einki, sum bendir á, at prísirnir fara at fella”, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.