Nýggi musikkskúlin skal byggjast í Sortudíki, millum Norðurlandahúsið og Sundsvegin. Har eigur kommunan tilsamans 9500 fermetrar at byggja á.
Í oktober 2012 undirskrivaði Tórshavnar Kommuna sáttmálar við ráðgevar, sum skuldu standa fyri projekteringini. Á odda fyri projekteringini stendur fyritøkan Kontrast, og uppgávan er at tekna og projektera ein bygning á umleið 2000 fermetrar við konserthøll, frálæruhølum, felagshølum og plássi til umsiting.
Í løtuni liggur málið bókstaviliga beint uttan fyri teir 9500 fermetrarnar, ið kommunan hevur at byggja á. Tí kommunan hevur í umbúna at keypa eini privat sethús við Sundsvegin, javna tey við jørðina og brúka teir 800 fermetrarnar, ið privata grundstykkið er til støddar, afturat til musikkskúlan.
- Hetta er mest optimala loysnin, bæði hvat viðvíkur ferðslu og parkeringsviðurskiftum, sigur Jóhan Petur Hentze, trivnaðarstjóri og formaður í bygginevndini fyri nýggja musikkskúlan
Loysnin er eitt tilmæli frá ráðgevarafyritøkuni Kontrast.
- Mælt verður til at flyta musikkskúlabygningin 12 metrar eystureftir. Tað er fyrst og fremst fyri at bøta um vegaføringina til musikkskúlan og eisini Norðurlandahúsið. Bygningurin kemur at standa betri í mun til Norðurlandahúsið, og eisini rennur ein á gjøgnum stykkið, ið vit sleppa undan at gera nakað við, sigur Mayfinn Norðoy, stjóri í Kontrast.
Sambært Jóan Peturi Hentze eru samráðingarnar við eigaran av sethúsunum komnar á mál.
-Eigarin og kommunan eru samd um ein prís, váttar Jóan Petur Hentze, sum tó ikki vil upplýsa prísin við tí grundgeving, at enn hevur fíggjarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu ikki góðkent keypið.
Jóan Petur Hentze leggur tó dent á, at upphæddin liggur innan fyri nýggju kostnaðarmetingina. Sambært nýggjastu kostnaðarmetingini kemur nýggi musikkskúlin at kosta 67 milliónir krónur, umframt innbúgv og útgerð.