Eg ímyndi mær samfelagið, sum ein heilt vanlig føroysk sethús, har fyrsta hæddin er stoypt grund. Onnur hædd og loft, eru úr timbri. Grundin er tað privata. Timbri tað almenna.
Tað skal ikki nógv hugflog til at síggja at yvirbygningurin á húsinum er alt ovstórur. Hann skal ikki vaksa nógv um vindin, so kunna húsini fara um koll. Tað hevur verið, eitt sindur av vindi lágt seinastuni (altjóða fíggjarkreppan), so húsini standa skelva og tað braka í hvørjari sperru. Hann er kanska makaður eitt lítið sindur í løtuni, men veður forsøgnirnar eru ikki góðar. Hann lovar storm.
Hvat er so at gera, jú vit muga fáa nakað tí tunga av loftinum og miðhæddini niðuri í kjallarin. Hvussu gera vit so tað. Jú:
Tað privata skal bjóða tænastur, har tað almenna ikki røkkur.
Summar almennar tænastur skulu harafturat útveitast.
Almennar fyritøkur skulu einskiljast , har tað loysir seg.
Kanska ríða vit stormin av á hesum sinni við at flyta sumt niður í kjallarin, men vit vita av góðum royndum, at ódnirnar av vestri javnan vitja okkum í Føroyum. So vit kunna ikki steðga á her. Vit muga beinanvegin byggja grundina størri og sterkari.
Lutfallið millum alment og privat skal broytast – tað privata skal vaksa.
Men fyri at stoypa grundina størri og sterkari, muga vit grava út og planera. Havt er so útgravingin og planeringin. Jú tað eru teir tryggu karmarnir og lógargrundarlagið sum tann privata vinna kann byggja sítt virksemi á, og kappingarførir skattir. Tað er fundamenti undir øllum. Uttan góða planering blívur grundi skeiv, og húsið kann koppa.
Men vit muga hava byggiloyvi, og tað er har tú kæri veljari kemur inn í myndina. Gott í teg, fara á val tann 29. og set krossin við Framsókn og gev okkum byggiloyvi, til at byggja tað føroyska hús størri og rúmligari. Men fyrst av øllum biðja vit teg, um at loyvi at vera flytumenn, so vit kunna fáa eitt sindur av tí tung niður av loftinum.










