Sethúsarentan trýst niður

Bæði Eik og Suðuroyar Sparikassi hava í dag lækkað rentur sínar Í gjár lækkaði Føroya Banki lægstu rentuna til sethúsalán við 0,35 prosentstigum, og í dag hava bæði Eik og Suðuroyar Sparikassi boðað frá somu broytingum.

Tað merkir, at lægsta bústaðarrentan hjá Eik nú er 5,80%, og er hetta tað sama, sum hon er hjá Føroya Banka.

Suðuroyar Sparikassi hevði undan seinastu lækkingunum eina lægri sethúsarentu enn teir báðir stóru peningastovnarnir, og tað hevur Suðuroyar Sparikassi framvegis. Har er lægsta rentan upp á sethúsalán nú 5,70%.