Á heimasíðu sínari sigur Føroya Banki, at hetta er úrslit av rembingum á altjóða fíggjarmarknaðinum. Í 2007 lænti Føroya Banki 1,9 mia kr. á altjóða fíggjarmarknaðunum fyri at fíggja efturspurningin eftir lánum í Føroyum. Føroya Banki hevur høgt kredittvirði og kann læna fyri lutfalsliga bíligar rentur. Men av tí, at marknaðarrenturnar eru hækkaðar nógv, hava lánini havt við sær munandi hækkaðar rentuútreiðslur fyri bankan. - Alt bendir á, at fíggjarútreiðslurnar hjá bankunum eru komnar upp á eitt varandi hægri støði. Bankin livir av muninum í millum rentuna, ið bankin rindar fyri at læna, og rentuna, ið kundin rindar, og tá rentan, ið bankin rindar, hækkar, má rentan hjá kundunum eisini hækka. Tí hækkar bankin rentuna nú, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka. Rentuhækkingin hjá Føroya Banka er millum 0,1 og 0,5 prosentstig, og rakar hetta bæði privatkundar og vinnukundar. Sethúsarentan hækkar minst. Nevnliga 0,1 prosentstig fyri 1. veðrættarlán.