Sethúsaprísurin fellur

Seinasta uppgerðin hjá Eik vísir, at sethúsaprísirnir støðugt kvinka niðureftir Greingin vísir, at meðalprísurin fyri sethús í Suðurstreymoy fyrsta ársfjórðingin í ár hevur verið 2,13 mió kr., og er hetta 1% lægri enn í 4. ársfjórðingini í fjør.

Í størru bygdunum hevur prísfallið verið 4%, meðan prísurin í smærru bygdunum er follin 3%.

- Óvissan um samfelagsbúskapargongdina, hækkandi rentur, økt krøv frá húsafíggjarum og støðan innan útboð og eftirspurning tala fyri, at prísirnir falla heldur enn vaksa komandi tíðina, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik.

Hann metir tó ikki, at talan verður um serliga ógvusligar prísbroytingar.