Sethúsaprísirnir øktir munandi í ár

Prísirnir á sethúsum eru øktir munandi í ár í mun til í fjør, tað tykist sum um, at ein ávísur vøkstur framvegis er

Tað sigur Føroya Sparikassi í einum skrivi á heimasíðu sínari. Hagtølini frá triðja ársfjórðingi í ár siga, at ein framhaldandi vøkstur er í sethúsaprísunum, men at hesin vøkstur er nakað minni enn við ársbyrjan.
Sambært heimasíðuni hjá Sparikassanum, so er gongdin frá ársfjórðingi til ársfjórðing rættiliga skiftandi, men samanumtikið eru sethúsaprísirnir øktir munandi í 2006 í mun til 2005, og tað tykist, sum ein ávísur vøkstur framvegis er.
Vøksturin í húsaprísunum fyrst í árinum stóðst í rættiliga stóran mun av broyttum fíggingartreytum, so sum lægri renta og longri avdráttarmøguleikar. Núverandi vøksturin er fyrst og fremst orsaka av teimum bjørtu framtíðarvónum, sum stóri eftirspurningurin og virksemið í landinum hevur við sær.
Tað staðfestir Sparikassin á heimasíðu sínari. Sparikassin vísir eisini á, at í løtuni eru ongar ábendingar um, at eftirspurningurin og virksemið í samfelagnum fer at minka. Hinvegin sigur Sparikassin, at rentan er hækkað nakað í ár, og útlit eru framvegis til, at rentan kann hækka aftur. Hetta ávirkar húsaprísirnar niðureftir.
Sparikassin sigur, at um nógvu fráboðaðu byggiætlanirnar verða førdar út í lívið, so skal roknast við einari munandi øking í útboðnum av húsum og íbúðum. Hetta ávirkar húsaprísirnar niðureftir, men roknast skal ikki við einum falli í prísunum.