Um ein persónur ella familja ynskir at keypa eini sethús í høvuðsstaðnum, so má viðkomandi næsta rinda tríggjar milliónir krónur fyri tey. Tað vísir nýggjast yvirlitið hjá Betri yvir sethúsahandlar, ið verður dagført hvønn ársfjórðing.
3. ársfjórðing í ár vóru 21 handlar í Havn og var miðal handilsprísurin á einum sethúsum 2.861.190 krónur, ið samstundis er tað hægsta, ið tað nakrantíð hevur verið. Talan er um ein prísvøkstur á 367.440 krónur frá síðsta ársfjórðing.
Hagtølini fyri fjórða ársfjórðing eru ikki tøk á heimasíðuni hjá Betri enn, men fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2017 var miðalprísurin á einum sethúsum í Havn 2.619.679 krónur, og eru í alt 78 sethús seld í høvuðsstaðnum í 2017.
Um miðalprísurin í 2017 verður samanborin við 2016, sæst at talan er um ein prísvøkstur á 111.954 krónur.
Meðan meðalprísurin í 2017 er hægri enn 2016 í Havn, so er støðan tann øvugta í bólkinum Størri bygdir og býir, ið umfatar Klaksvík, Runavík, Glyvrar, Fuglafjørður, Gøta, Kollafjørður, Vágur, Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Miðvágur og Vestmanna.
Meðan miðalprísurin fyri eini sethús í hesum støðum var 1.116.465 krónur í 2016, so var miðalprísurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2017 1.046.012 krónur. Í triðja ársfjórðingi vóru tó munandi fleiri sethús seld í hesum bólkinum, og lá miðalprísuirin tá á 1.158.333 krónur.
Í bólkinum Smærri bygdir, ið umfatar restina av landinum, er talan eins sum í høvuðsstaðnum um vøkstur. Miðalprísurin fyri fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2017 var 947.417 krónur, ið er tað hægsta síðan 2008, tá miðalprísurin á einum sethúsum í smærri bygdunum var 1.069.112 krónur.
Yvirlitið hjá Betri yvir sethúsakeyp og -sølur byggir á almennu tinglýsingini, har allir handlarnir verða skrásettir.