Tað er onki dulsmál, at húsaprísirnir í Havn eru farnir upp ígjøgnum loftið.
Men nú hevur Føroya Banki sett ítøkilig tøl á, hvussu nógv dýrari tað er blivið at seta føtur undir egið borð.
Ein uppgerð, sum Føroya Banki hevur á heimasíðuni, vísir at nú á jólum vóru eini sethús í Havn í miðal eina heila millión dýrari enn tey vóru á jólum fyri einum ári síðani.
Uppgerðin vísur, at fjórða ársfjórðing í 2006 var miðal prísurin fyri eini sethús í Havn 2,5 milliónir krónur. Fjórða ársfjórðing í 2005 var meðalprísurin fyri eini sethús í høvuðsstaðnum 1,5 milliónir krónur.
Sethúsaprísirnir í Tórshavn hækkaðu sostatt við einari millión krónum frá fjórða ársfjórðingi í 2005 til fjórða ársfjórðing í 2006.
Men tað er stórur munur á, hvat eini hús kosta í Havn og prísinum aðrastaðni í landinum.
Á størri plássum, eitt nú í Klaksvík, á Tvøroyri, í Vágum, í Fuglafirði og í Runavík, var meðalprísurin fyri eini sethús 1,2 milliónir krónur fjórða ársfjórðing í 2006. Fjórða ársfjórðing í 2005 var meðalprísurin á størri plássunum 800.000 krónur. Meðalprísurin har er sostatt hækkaður við 400.000 krónum.
Minst kostar tað at keypa eini hús í teimum smærru bygdunum. Har var keypsprísurin í meðal 700.000 krónur fjórða ársfjórðing í 2006 samanborið við 600.000 krónur fjórða ársfjórðing í 2005. Tá ið tosað verður um smærri bygdir, verður hugsað um bygdir sum Sandavágur, Leirvík, Hósvík, Skála og Sandur.










