Í sambandi við ta politisku støðu, sum er íkomin við tað at løgmaður hevur loyst Annlis Bjarkhamar úr starvinum sum landsstýrismaður í mentamálum orsakað av tí mátanum hon hevur handfarið setanina av nýggjum landsantikvari, vil Magistarafelag Føroya gera vart við, at felagið heldur fast við sítt krav um at setanin av landsantikvari eigur at verða annullerað.
Magistarafelag Føroya hevur onga støðu til, hvør er landsstýrismaður í mentamálum. Hinvegin metir felagið tað sum sína uppgávu vegna limirnar at krevja rættvísa, trygga og kvalifiseraða málsviðgerð, tá almenn størv verða lýst leys og sett.
Felagið byggir krav sítt á, at ikki er farið rætt fram, tá nýggjur landsantikvarur varð settur. Grundgevingar felagsins eru útgreinaðar í skrivum til mentamálaráðharran frá ávikavist 10. og 14. februar, har biðið verður um at útgreina nakrar ítøkiligar spurningar yvir fyri felagnum.
Felagið hevur enn ikki fingið nøktandi svar upp á fyrispurningarnar, men væntar at fáa hetta so skjótt sum til ber.
Frá felagsins síðu er tað umráðandi, at aðalspurningurin í hesum máli ikki druknar í tí politiska meldrinum við tí nýíkomnu støðuni. Hesin aðalspurningurin er, at setanin av nýggjum landsantikvari verður annullerað.










