Setanarrøðan hjá Fogh boðaði frá broyting

Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, heldur, at Danmark og danskur politikkur trein út úr inneftirvendu og trongu nationalistisku leiðini við setanararøðu forsætisráðharrans í dag Høgni Hoydal var ikki í Fólkatinginum til setanina í dag, tí hann vildi heldur hoyra Blix og Clinton, sigur hann. Men hann lurtaði eftir røðuni, og hann var væl nøgdur við tann altjóða partin av røðun.

Eitt nú heldur hann, at Fogh hevur kúvent í spurninginum um umhvørvi og veðurlagsbroytingar.

-Har hann áður av sínum eintingum fíggjaði ein stovn til Bjørn Lomborg, ásannar hann nú ta sterku semjuna millum heimsins vísindafólk um mannaelvdu dálkingina og krøvini um ógvislig tiltøk at minka um útlaátið av veðurlagsgassum og at nýta reinar orkukeldur, sigur Høgni Hoydal.

Men eins víðskygdur forsætisráðharrin var um heimsins støðu og krøvini um altjóða ábyrgd ? eins trongskygdur og avoldaður er hann, tá tað snýr seg um viðurskiftini við Føroyar og Grønland, heldur fólkatingsmaðurin.

-Her fingu vit somu remsuna um samstarvið í tí sonevnda ?ríkisfelagsskapinum?. Her verður framvegis roynt at pakka Føroyar og Grønland inn mótvegis umheiminum og at fasthalda somu politisku støðu við einum donskum eindarríki, ið skal umboða og hjálpa tveimum hjálondum at umsita eitt sindur meira av sínum egnu viðurskiftum, sigur Høgni Hoydal.

-Tey stóru virðini sum Fogh umrøður í heiminum: Fólkaræði, javnstøða, altjóða ábyrgd, óheftum búskapi og frælsi, skulu sjálvsagt eisini galda fyri Føroyar og Grønland. Og tað er hetta sum stríðið fyri einum sjálvstøðugum Føroyum snýr seg um, sigur fólkatingsmaðurin.