Seta vónina til Estland

Strond og sól skulu lyfta føroyska lagið, meðan okkara kvinnur mugu vóna, at Estland megnar tað, sum Føroyar ikki megnaðu

Óvæntaða tapið fyri Bretlandi bar við sær, at føroysku venjararnir broyttu skránni hjá liðnum fríggjadagin.

Skal metast eftir álopsspælinum hósdagin, so er kanska upplagt, at enn meira verður gjørt við hetta undir venjingunum, men júst nú verður hvíld og mental uppløðin raðfest hægri.

Við finaludystum og nógvum venjingarpassum seinastu dagarnar hava spælararnir helst tørv á, at beinini ikki verða trýst alt ov nógv, og tí verður talan um gongutúr á strondini og stundir til meira leyst prát í dag.

Í kvøld er tað Cypros, sum eigur tørn móti føroysku kvinnunum, og lítil ivi er um, at hetta er ein dystur, sum føroysku kvinnurnar skulu brúka til at vaska sær í.

Verður ætlaði og væntaði sigurin vunnin hesaferð, so er føroyska liðið í hálvfinaluni, men verður talan um annað pláss í bólkinum, verður tað vinnarin av bólki A, sum verður mótstøðan í hesari.

Tí er føroyska ynskið nú, at Estland megnar at basa Stórabretlandi í dag. Verður tað veruleiki, so telja fyrst og fremst innanhýsis uppgerðirnar, og við føroyska stórsigrinum á Estlandi, standa Føroyar í løtuni sera væl í hesum.