Í ár er ætlanin, at lívfrøðingar skulu byrja regluligar kanningar av lívfrøðini í Koltri, og í fyrsta umfari er Tjóðsavnið farið undir eina ætlan um at seta út skordýrafellur kring um í oynni og soleiðis kortleggja ein part av skordýralívinum.
Á Facebook-síðuni – Koltur – veit fyristøðumaðurin í Koltri, Bjørn Patursson, at siga, at skordýrafellur skulu setast upp kring um í oynni, bæði høgt og lágt, fyri sunnan og norðan.
- Oyggin er í støðum bæði høg og brøtt. Nógv gil og stíggir eru norður gjøgnum røkurnar í Høvdarhaga, sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður, sum um miðjan januar var á ferð saman við lívfrøðingum í oynni.
Fyristøðumaðurin hevur lagt myndir út á Kolturs-síðuna, og her tekur hann til, at nógv deyðagras, ryski og bjargavøkstur er norður gjøgnum røkurnar. Summar plantur eru grønar, eisini í januar, men hjálpirótin hvílur seg um veturin, leggur hann aftrat.
Henda dagin, tey vóru á ferð, hekk mjørkin ovast í homrunum, og hóast dagurin er stuttur um miðjan januar, sigur Bjørn Patursson, at ferðin saman við lívfrøðingum eydnaðist væl í Koltri henda dagin.










