Trygdarhegnið skal forða fyri skalva- og skriðulopi, og at grót kemur oman á vegin Landsverk fer nú undir at seta upp trygdarhegn í støðum oman fyri vegin til Tjørnuvíkar.Í tí sambandi hevur stovnurin fingið fýra norskir serfrøðingar, sum eru serkønir á økinum, hendanvegin.
Hegnið, sum verður sett upp, er 220 metrar langt, fýra metrar høgt og verður sett 10 metrar oman fyri vegin. Arbeiðið byrjar í hesari vikuni og fer ætlandi at taka umleið ein mánað, sigur Landsverk.
Arbeiðið fer at darva ferðsluni á tjørnuvíkarvegnum eitt sindur, og tí verður neyðugt at steingja vegin. Ferðslan sleppur tó ígjøgnum í sambandi við bussleiðina.








