Seta trivnað og kynsligan ágang ímóti børnum á breddan

Í annaðkvøld, hóskvøldið, verður almennur fundur í skúlanum í Hvalba um trivnað hjá børnum og um kynsligan ágang ímóti børnum.

Tað er heilsubólkurin í Hvalbiar Skúla, sum skipar fyri fundinum, ið byrjar klokkan 19.

Á fundinum fer Karin Strøm, heilsusystir, at tosa um, hvussu týdningarmikið tað er, at børn fáa nokk av svøvni og fáa heilsugóðan kost.

Harafturat fara tvey umboð fyri Almennastovuna skulu tosa um kynsligan ágang ímóti børnum og um tað skyldu, vit øll hava at boða frá tá ið vit varnast ágang ímóti børnum, ella tá ið børn á annan hátt eru fyri vanrøkt.

Í hesum sambandi verður eisini umrøtt, hvussu væl fyri, lærarar eru at umsita ta fráboðanarskyldu, teir hava.