Seta treytaleys krøv fyri at samstarva aftur

– Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, vildi ynskt, at Fólkaflokkurin setti somu treytir

Tað eru ikki nógvir møguleikar fyri at skipa samgongu eftir næsta val

Aftan á næsta Løgtingsval, sum verður í seinasta lagi síðst í august næsta ár, skal ríkisveitingin úr Danmark skerjast. Tað er í hvussu so er treytin, skulu Tjóðveldi ella Framsókn vera við í eini samgongu efir valið. Tað gjørdu umboð fyri báðar flokkarnar greitt á Løgtingi í gjár.

 

Løgtingið hevði orðaskiftið um ríkisveitingina og tá staðfesti bæði Páll á Reynatúgvu og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, at Tjóðveldi fer ikki aftur í nakra samgongu, uttan at semja fæst um at lækka ríkisveitingina úr Danmark.

 

– Tjóðveldi fer aldrin í samgongu aftur, uttan at ríkisveitingin verður skerd, tí tað er minsta kravið til eina samgongu, sigur Páll á Reynatúgvu. Og Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, fór enn longri, tí hann gjørdi greitt, at Framsókn fer ikki við í eina samgongu uttan at ríkisveitingin verður munandi skerd.

 

Í Løgtinginum varð dyrgt eftir at fáa Fólkaflokkin at geva sama lyftið. Hevði Fólkaflokkurin sett somu treytir til eina samgongu, sum Tjóðveldi og Framsókn, eru næstan eingir samgongumøguleikar eftir, har ríkisveitingin ikki verður lækkað, staðfesti Bjarni Kárason Petersen.

 

Tað lyftið gav Fólkaflokkurin ikki. Men Annika Olsen, sum hevur sætið á Løgtingi fyri Fólkaflokkin í hesum døgum, heldur, at tað hevði sømt seg fyri Fólkaflokkin at havt eina líka greiða støðu, sum Tjóðveldi og Framsókn.

 

Men hon heldur eisini, at flokkarnir, bæði í samgongu og í andstøðu, eiga at gera eina semju um at niðurlagað ríkisveitingina – men samstundis verður neyðugt at útvega okkum betri marknaðaratgongd, so at vit sleppa av við okkara útflutning, eitt nú ES.

 

Kortini ásannar hon, at tað eru flokkar, sum blokera fyri, at ríkisveitingin verður skerd. Fleiri politikarar ávaraðu ímóti at seta so treytaleys krøv fyri at fara í eina komandi samgongu, tí endin kann vera, at flokkarnir mála seg upp í ein krók, og útihýsa seg sjálvar frá at fara í samgongu.

 

Javnaðarflokkurin hevur ikki víst aftur at lækka ríkisveitingina, men hann hevur áður víst á, at fortreytin er, at tað er avlop á fíggjarlógini, og at tað ikki fær avleiðingarnar fyri vælferðina hjá føroyingum. Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin staðfestir, at longu sum er hava vit eitt halla upp á eina milliard, sum vit fíggja við ríkisveitingini. Men ríkisveikingin verður ikki prístalsviðgjørd, tí hon er eitt fast krónutal.

 

– So hvørt, sum búskapurin veksur, verður gon sostatt ein alsamt minni partur av búskapinum. Og sum tíðirnar eru nú, eru ábendingar um stórar príshækkingar og inflatión, og sostatt kann tað henda, at ríkisveitingin minkar burtur í einki rættiliga skjótt, sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.

 

Tað eru ikki nógvir møguleikar fyri at skipa samgongu eftir næsta val