Seta tiltøk í verk í fólkakirkjuni ímóti koronu

Í summum førum er neyðugt at vísa heilt serligt varsemi, siga biskupur og dómpróstur

Nú korona aftur er farið at gera um seg av álvara, hevur leiðslan í fólkakirkjuni eisini gjørt av at seta tiltøk í verk fyri at avmarka smittuspjaðingina. Tað er serliga í Eysturoy og í Klaksvík, at smittan ger um seg , og Uni Næs, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur, siga, at prestar í einum øki við nógvari smittu, kunnu ráðføra seg við teir, og so tosa teir við læknafrøðiliga myndugleikan. Men er støðan hóttandi, kunnu teir mæla til, at gudstænastan verður avlýst.

 

Men sum heild mæla teir til, at gudstænasturnar við varsemi og at hugsað verður um tilmælini frá í fjør um frástøða og reinføri. Við tað at smittan serliga ferðast millum børn og ung, er tað alneyðugt, at vit eru sera varin, tá ið barnadópur er, siga dómpróstur og biskupur. Teir siga, at tá ið barnadópur er, eiga so fá fólk sum møguligt at vera til staðar í kirkjuni, tá ið børn verða doypt.

 

– Mælt verður staðiliga til, at vit longu frá í morgin, og allan november, doypa børnini uttan fyri vanliga kirkjutíð, sig teir. Teir mæla eisini til, at sunnudagsskúlin verður avlýstur í kirkjum og kirkjuhúsum, har sunnudagsskúli annars er í kirkjutíð.