Seta tiltøk í verk fyri at sleppa undan lukti og dálking í Havn

Strangari krøv skulu setast til summar fyritøkur í kommununi

Tað er ein stórur trupulleiki, at nógv feitt, og nóg olja, verður koyrt í kloakkirnar í Havn.

Tórshavnar Býráð sigur, at tá ið feitt verður koyrt í kloakkirnar, typpast, og tað ger eisini, at kloakkirnar tærast, og at tað fer at lukta, tá ið tað rotnar.

Somuleiðis elvir tað til nógva dálking, at so nógv olja verður koyrt í kloakkirnar, umframt at tað luktar illa.

Býráðið sigur, at ein høvuðskelda til alt feittið, sum fer í kloakkirnar, eru matstovur, og aðrir tórkøkar, sum ikki hava nøktandi feitt-úrskiljara, og ein høvuðskelda til oljuna, sum fer í kloakkirnar, eru bilaverkstøð, bensinstøðir, og onnur verkstøð, sum ikki hava nøktandi olju-úrskiljara.

Nú ætlar býráðið sær at fáa ein enda á hesum trupulleikunum, og tí verður tað nú eitt krav, at matstovur, og aðrir stórkøkar, fáa sær feitt- úrskiljara, so at feittið ikki fer í kloakkirnar, og samstundis verður tað eitt krav til bilaverkstøð, bensinstøðir, og onnur, at tey fáa sær nøktandi olju-úrskiljara.

Av tí at hetta fer at føra útreiðslur við sær, fáa tey eina freist upp á fýra ár at fáa viðurskiftini í rættlag.

Býráðið er samt um hetta, men nýggju krøvini skulu kortini samtykkjast í býráðnum, áðrenn tey verða settar í gildi.

 

Men tey siga eisini, at ætlanin er at seta eitt umfatandi eftirlitsarbeiði í verk fyri at tryggja, at krøvini verða gingin á møti.