Seta tilbúgving á dagsskránna

Týsdagin skipar Føroya Kommunufelag fyri evnisdegi um kommunalu tilbúgvingina Evnisdagurin verður á Hotel Føroyum og har verða bæði framløgur og borðspølum. Borðspølini fara at bjóða kommunupolitikarum og teirra starvsfólki av at loysa vandamál, sum lættliga kunnu stinga seg upp tá illa vil til.

Kommunufelagið sigur, at síðani landið yvirtók másøkini havumhvørvisvernd og tilbúgving, hava nógvir fundir verið um málið og her hava kommunurnar ein stóran leiklut, tí tær skulu eisini gera sína ávirkan galdandi.

Føroya Kommunufelag er komið langt at fyrireika tilbúgingina og týsdagin stendur felagið so fyri evnisdegi fyri kommunupolitikarum og avvarandi starvsfólki um, hvussu kommunurnar kunnu skipa tilbúgvingarætlanirnar.

Har verða framløgur um ymisk viðurskifti, sum kommunurnar mugu taka til viðgerðar, tí í lóggávuni, sum skal vera klár til 2008, eiga tey veruligu viðurskiftini at verða útgreinað um, hvat kommunurnar kunnu átaka sær í tilbúgvingarætlanini fyri Føroyar.

At Føroya Kommunufelag leggur stóra orku í arbeiðið um kommunala partin av tilbúgvingini, er ikki so undarligt. Sjálvt um uppgávu- og ábyrgdarbýtið er hampiliga greitt, skulu ymisk viðurskifti úgreinast.

Harímillum verður neyðugt at staðfesta, hvar kommunurnar mugu samstarva.

Tilbúgvingin er ikki ókeypis, og tí eiga kommunurnar at samskipa útgerð, fyri at minka um útreiðslurnar.

Eisini er sannlíkt, at land og kommunur mugu býta úteiðslur sínámillum tá tað kemur til tey kostnaðarmiklu tiltøkini, sigur Føroya Kommunufelag.

Evnisdagurin verður skipaður við framløgum, sum lýsa tilgongdina at gera tilbúgvingarætlanir, og borðspølum. Borðspølini fara at bjóða av bæði kommunupolitikarum og teirra starvsfólki at loysa vandamál, sum lætt kunnu stinga seg upp tá illa vil til.