Seta Suðuroynna í fokus

– Fríggjakvøldið komandi klokkan 21 skipa politisku ungmannafeløgini fyri einum spennandi tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri. Á skránni verður feitasti tónleikabólkur í løtuni, »Gipsy Train«, siga politisku ungmannafeløgini.

– Vit siga, hvørji vit eru, hava eina øðrvísi quiz, og vit kjakast. Tiltakið er skipað av ungum, sum vilja gera ein mun, og tað er fyri øll, sum vilja vita meira um, hvussu vit kunnu taka lut í samfelagnum. Komið við til tiltakið, sum er øðrvísi, ókeypis og spennandi, siga PolUng.