Áhugin fyri at fáa starvið sum stjóri í Føroya Reiðarafelag var stórur. 36 umsóknir komu inn.
Jógvan Jespersen í setanarbólkinum sigur, at nakrir umsøkjarar hava verið til samrøðu, men onkur samrøða er eftir at gera.
Flestu umsøkjararnir eru menn, men onkur kvinna er tó ímillum.
Jógvan Jespersen væntar, at starvið verður sett i næstu viku.
Føroya Reiðarafelag hevur ikki virkað í longri tíð, men setanin av stjóra er fyrsta stigið at fáa lív aftur í felagið.