Seta stórt tjald upp heimanfyri Timburhandilin

- Hetta er tjaldið hjá Summarfestivalinum, sum er 50 metrar langt og 21 metrar breitt, sigur Samson Nesá, sum stendur fyri uppsetingini

Sjómannadagur

Hósmorgunin fóru teir undir at fyrireika uppsetingina av tí stóra tjaldinum, sum kemur at standa sunnanfyri Klaksvíkar Timburhandil í sambandi við Føroya Sjómannadag.
Á bryggjuni hittu vit Samson Nesá, sum stílaði fyri hesum arbeiði.
- Tað sær kanska ikki so lovandi út, at eg standi her í oljuklæðum í morgun, men eg haldi, at hann sigur gott veður til restina av vikuni.
Samson sigur, at tað er Summarfestivalurin, sum eigur 1000 fermetra stóra tjaldið, sum nú verður sett upp á havnalagnum.
- Jú, hetta er eitt stórt og gott tjald. Tað er 50 metrar breitt og 21 metrar langt. Tjaldið verður væl "ankrað" við vektum, so tað ikki fer nakran veg, um vit fáa eitt lot, sigur hann.
Samson sigur, at Summarfestivalurin fyrst leigaði tjaldið, men hevur síðan keypt tað.
- Tær fyrstu tvær ferðirnar, vit settu tjaldið upp, høvdu vit danir til hjálpar, men nú seta vit tað upp sjálvir.
Hann sigur, at eitt slíkt tjald verður ikki sett upp uttan so, at veðurvánirnar eru nøkulunda góðar.
- Eg havi skilt, at hann sigur gott veður restina av vikuni, og vónandi fáa vit eisini turt veður í vikuskiftinum, nú Føroya Sjómannadagur verður hildin her norðuri.
Spurdur, hvørji tiltøk verða í tjaldinum, sigur hann, at tað er hann ikki heilt greiður yvir, men vísir á, at her verður stórt sjómansmøti sunnukvøldið, har Rógvi Joensen skipar fyri.
- Eitt slíkt tjald kann eisini koma væl við, um tað skuldi farið at regna, men vit vóna sjálvandi, at veðrið verður gott og turt, sigur Samson Nesá, sum væntar, at tjaldið stendur uppi, tá ið líður út á náttina.