Seta spurnartekin við leiklut forsetans

Leiðararnir í íslendsku stjórnarsamgonguni eru alt annað enn fegnir um tann leiklut, sum Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, hevur havt í sambandi við Icesave-málið

Eftir íslendsku stýrisskipanini skal forsetin staðfesta lógarsamtyktirnar hjá Altinginum, men stýrisskipanin gevur eisini forsetanum rætt til at sýta fyri at staðfesta lógirnar. Hendan rætt hevur Ólafur Ragnar Grímsson brúkt tvær ferðir í sambandi við Icesave-skuldina. Ístaðin fyri er málið farið til fólkaatkvøðu og fallið har báðar ferðir.

So er spurningurin, um tað var rætt av forsetanum at brúka sýtingarrættin í hesum føri. Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, segði mánadagin, at eftir hennara tykki hevði forsetin vera sera djarvur í sínum avgerðum í sambandi við Icesave.

-Í summum førum haldi eg, at hann hevur verið ov djarvur, og at hann leggur seg út í mál, sum hann ikki eigur at gera, segði forsætisráðharrin. Hon legði afturat, at tað er neyðugt at gera eini nærri lýsing av sýtingarrætti forsetans og avgerð um fólkaatkvøðu, enn verandi stýrisskipan ger.


Steingrímur bersøgin

Í sambandi við ta seinnu Icesave-fólkaatkvøðuna hevur Ólafur Ragnar Grímsson sagt, at tingmanningin, sum samtykti ta seinnu Icesave-semjuna, er tann sama, sum samtykti ta fyrru semjuna, sum fólkið vrakaði. Hesi orðini fullu ikki í góða jørð hjá Steingrími J. Sigfússyni, fíggjarmálaráðharra:

-Verður hesin forsetin sitandi, noyðast vit at hava altingsval annaðhvørt ár ella kanska hvørt ár, segði fíggjarmálaráðharrin.

Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Uffe Ellemann-Jensen hevur eisini funnist at avgerðunum hjá íslendska forsetanum í sambandi við Icesave-málið. Hann heldur, at forsetin hevur misskilt sína støðu.