Seta spakan í Stórutjørn um eitt ár

-Vit hava lurtað eftir kritikkinum, og onkrar justeringar eru gjørdar í mun til upprunaligu verkætlanina. Ætlanin, sum heldur verður størri enn minni enn tann, ið varð løgd fram, fer at kosta millum 1,5 og 2 mia. kr. sigur Jákup á Dul, stjóri. Kanska verður spakin settur í á ólavsøku 2008

Nú verkætlanin ”Stóratjørn” hevur sett stjóra heldur Jákup á Dul, sum er upphavsmaðurin til hesa verkætlan, at ein týðandi brikkur er komin uppá pláss. Hann er eisini sjálvur væl nøgdur við avgerðina hjá nevndini fyri Stórutjørn at seta Bárð Nielsen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharra í starvið.

 

-Har vóru sera nógv góð fólk, sum søktu. Har var eitt veldugt potentiali í mongum av teimum. Men vit kontaktaðu eisini onnur, sum ikki søktu, og har skaraði Bárður Nielsen burtur úr. Sjálvur havi eg hitt hann onkuntíð og kendi á mær, at hetta var ein góður maður. Vit fingu eisini at vita frá øðrum, at hetta var ein dugnaligur ungur og positivur maður.

 

Jákup á Dul heldur tað ikki vera løgið, tá man hevur fingið 40 kvalifiserðar umsøkjarar, at man eisini hyggur eftir øðrum eisini. Umráðandi at hava allar møguleikar á borðinum.

 

-Føroyingar mugu læra seg at hugsa uttanfyri kassarnar. Rætt er tað, at har vóru 40 góðir umsøkjarar, men har vóru eisini einir 10, sum ikki høvdu søkt og sum vóru heilt góðir. Spyr teir fyrst og so hevur tú kanska 50 góðar umsøkjarar at velja ímillum.

 

At man so valdi ongan minni enn ein fíggjarmálaráðharra til starvið heldur Jákup á Dul ikki vera nakað løgið í. Tað er als ikki óvanligt í Íslandi, at politikarar fara til tað privata. Her er so bæði spurningurin um løn og nýggjar avbjóðingar. Og Jákup á Dul dylur ikki fyri, at tað at skula standa fyri Føroya størstu privatu verkætlan nakrantíð er ein spennandi avbjóðing. Og lønin er so eisini hareftir.

 

-Vit hava ikki hugsað, at tað skuldi hava týdning fyri verkætlanina at fáa ein fyrrverandi fíggjarmálaráðharra at standa fyri henni. Vit høvu hoyrt um mannin, vistu at hann hevur arbeitt sum grannskoðari, er gløggur í tølum, er samstarvsgóður og ein maður, sum kemur væl fram.

 

Leggja pakka fram í heyst

Tað næsta, sum nú hendir, er, at samráðingar verða aftur við Tórshavnar Býráð. Jákup á Dul sigur, at tá tær eru lidnar, eiga tey saman við býráðnum at leggja ein pakka fram, sum greitt vísir, hvat farið verður undir at gera næstu seks árini. Nú jørðin er komin uppá pláss vónar hann, at tey kunnu leggja samlaða og endurskoðaða pakkan fram í heyst og at kunna seta spakan í komandi ár. Hóskandi tíðspunkt kundi verið á ólavsøku 2008. Heildarpakkin við øllum verður ikki langt frá 1,5 til 2 mia. kr.

 

 

Nú verkætlanin hevur verið nógv umrødd í almenninginum og tað eisini hava verið atfinningar móti pørtum av verkætlanini so hava Jákup á Dul og hansara fólk eisini roynt at loftað og vent skilabesta kritikkinum. Talan verður tí um at gera ymsar justeringar, men hann vónar, at man helst ikki fer at minka um verkætlanina – kanska heldur at leggja okkurt aftrat.

 

Føroyar brúk fyri Stórutjørn

Jákup á Dul er framvegis sannførdur um, at framtíðar Føroyar hava brúk fyri Stórutjørn. -Vit síggja nógvar møguleikar, tí her er so nógv, sum manglar í Føroyum.

 

-Vit taka atfinningar positivt og vilja eisini í tann mun tað er rætt og forsvarligt laga verkætlanina eftir tí kritikki, sum hevur verið rættur. Húsini vórðu kanska nakað høg og hava vit tí gjørt ymsar justeringar har og byggja soleiðis, at húsini verja hvørt annað fyri vind. Tey hava sett vindmátarar upp, sum vísa, at har er ótrúliga nógvur vindur.

 

-Vit fara so at venda øllum hesum aftur, tá Bárður kemur til Íslands í vikuni leggur hann aftrat.

 

Jákup á Dul, sum fylgir gongdini í Føroyum, eisini sæð út frá einum globalum sjónarhorni, heldur, at tað er umráðandi, at føroyingar ikki steðga upp men fylgja við í teirra tilgongd, sum er grundarlag fyri vøkstri aðrastaðni.

 

-Fyri 15 árum síðani vóru føroyingar umleið 50.000 í tali og íslendingar 250.000. Í ár eru íslendingar 310.000 í tali og føroyingar 48.000. Vøksturin í Íslandi er veldugur, tí man m.a. hevur givið loyvi til at taka útlendska arbeiðsmegi til landið. Um íslendingar halda fram við at byggja sítt land upp og at vøksturin fer fram alla staðni í verðini, og vit halda, at vit ongan vøkstur skulu hava í Føroyum og kortini behalda øll fólkini, sum vilja nakað, so taka vit feil. Føroyar hava einki val, um vit vilja vera við í altjóðagerðini. Tí tú verður við um tú vil tað ella ikki. Tí eiga føroyingar eisini at medvirka til at skapa grundarlag undir einum vøkstri.