Hósmorgunin kl 9:30 verður spakin settur í til nýggja fólkaskúlan á Hamrinum á Argjum
Skúlin fer at liggja millum dagstovnin á Hamrinum og íbúðarbyggingina undir Kongavarða, og verður bygdur til næmingar frá 1. til 9. flokk og frítíðarskúla.
Fyrsti undirvísingarpartur, sum er til næmingar frá 1. til 3. flokk og frítíðarskúla, skal verða liðugur 1. juni 2009 og allur skúlin skal verða liðugur 1. juni 2010.










