– Hósdagin klokkan 14.00 verður spakin settur í arbeiðið at byggja nýggjan skúla og ítróttarhøll á Oyrarbakka.
Skúlin og ítróttarhøllin verða bygd á økinum við verandi skúla á Oyrarbakka, og í hesum sambandi skipar Sunda kommuna fyri hátíðarhaldi.
Tað verður Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum setir spakan í og bjóðar vælkomin.
Síðani verður boðið inn í Skálan í Skúlanum við Streymin, har okkurt gott til góman verður at fáa. Sonni Ó. Djurhuus, skúlastjóri, fer at halda røðu, og umboð fyri Brim arkitektar greiðir frá verkætlanini.
– Øll eru hjartaliga vælkomin, og vóna vit at síggja nógv fólk til hesa hátíðarløtu, siga tey í Sunda kommunu.
Byggingin, sum nú fer av bakkastokki, er mett til at taka umleið tvey og eitt hálvt ár, og tá fær Sunda kommuna ein nútímans skúla við øllum hentleikum umframt stásiliga ítróttarhøll, sum er tann fyrsta í kommununi.
Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er mettur til 85 milliónir krónur.