Seta spaka í til Boðanesheimið

Í næstu viku verður spaki settur í fyri Boðanesheimið. Tórshavnar Býráð samtykti á fundi í kvøld at taka av tilboðnum frá ArtiCon at byggja heimið fyri ein samlaðan kostnað á knappar 93 milliónir krónur.

Tað verður pláss fyri 64 fólkum á heiminum.

Tørvurin á røktarheimsplássum í Suðurstreymi er stórur, og metingar hjá Hagstovuni vísa, at tørvurin verður helst øktur næstu árini.

Heildararbeiðstøkusáttmálin við ArtiCon ásetur, at Boðanesheimið fer at kosta 92.954.857 krónur við mvg.

Heimið verður ætlandi liðugt í oktober 2012.