Í summar hevur eingin laksur verið í aliringunum á Sandavági, men nú eru smolt sett út Smoltini, sum eru sett út hesa vikuna, eru av smoltstøðini á Fútakletti og viga umleið 100 gram, nú tey verða sett út.
Tað er partafelagið Luna, sum eigur alistøðina í Sandavági og smoltstøðina á Fútakletti. Felagið hevur eisini aling á Sørvági og sláturhús í Sørvági.
Í Sørvági hava teir tikið laks alt summar, skrivar joanisnielsen.fo. Tað seinasta verður ætlandi tikið um tríggjar vikur, og tá hava teir tikið næstan 3.000 tons tilsamans í summar.










