Nú verður leiðarin til nýstovnaða Heilsuhúsið í Tórshavnar kommunu skjótt funnin. Seinasta freist at søkja starvið er í morgin, fríggjadagin 15. august. Tað skrivar Tórshavnar kommuna.
Heilsuhúsið er úrslitið av eini miðvísari tilgongd at leggja til rættis Heilsu- og umsorganartænastuna, nú kommunan tekur yvir økið frá landinum 1. januar 2015. Húsið skal veita tænastur til aldrandi borgarar í kommununi. Leiðarin fær ábyrgdina av áleið 600 starvsfólkum, sum øll verða partur av nýggju Heilsu- og umsorganartænastuni.
Økið verður skipað í tríggjar eindir við einum leiðara fyri hvørja eind. Talan verður um eitt Heilsuhús og tvær integreraðar eindir. Endaliga orðið og evstu ábyrgdina hevur leiðarin í Heilsuhúsinum, ið skal veita skjóta og góða tænastu til aldrandi borgarar. Og nýggi leiðarin skal – saman við leiðarunum á integreraðu eindunum - standa á odda fyri øllum tilboðum til eldri borgarar í Tórshavnar kommunu.









