Í næstu viku byrjar stór familju- og mentanarstevna í Skálavík. Og tað verður ein drúgv stevna, tí hon varar í heilar seks dagar.
Poul Jacob Thomsen, sum er ein av fyriskiparunum, sigur, at stevnan byrjar týsdagin í næstu viku, tað er 28. mai, og hon endar sunnudagin 3. juni.
Og tað verður ein stevna, har skráin er munandi fjølbroyttari enn vanligt er á eini bygdarstevnu nógvum ymsum tiltøkum, bæði til gamans og álvara.
Týsdagin verður gonguferð niðan á Skálhøvda og kvøldkvirra í kirkjuni. Mikudagin verður hugnadagur og veitsla fyri øllum sandoyingum yvir 60 ár og har fara navnframu Nikolina og Eyðbjørn av kamarinum at spæla og syngja.
Annars verður bæði harmonikudansur á bryggjuni, føroyskur dansur og enskur dansur á skránni.
Áhugaverdir fyrilestrar verða eisini, nevnast kunnu fyrilestur um føroyska bátin, fyrilestur um seyðahundar og fyrilestur um føroyska rossi.
Í frítíðardeplinum í Skálavík verða eisini ymisk tiltøk og har verður eisini tikið ímóti kampingvognum og á bryggjuni verður tikið ímóti bátum.
Síð annars lýsing aðrastaðni í blaðnum við fullfíggjaðari skrá.










