Seta sjøtul á at gera lestrarbý í Havn

Longu seint í vár skal eitt tilmæli vera klárt

Fríggjamorgunin var fyrsti fundurin hjá arbeiðsbólkinum, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett at fyrireika ein lestrarbý á Frælsinum. Longu seint í vár skal eitt tilmæli liggja klárt, so tað kemur við í næstu fíggjarlógarviðgerð.

 

Arbeiðsbólkurin, sum er mannaður við umboðum av Fróðskaparsetrinum, Landsverki og Mentamálaráðnum, skal gera tilmæli um, hvussu til ber at savna útbúgvingar, lestrarbústaðir, bókasavn og aðrar hentleikar, ið skapa eitt livandi og lokkandi lestrarumhvørvi í økinum kring Frælsið, sigur Rigmor Dam í morgun.

 

Hon sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at fjálga og fjølga um útbúgvingarøkið, tey halda, at tað er lykilin til at venda skeivu aldurssamansetingini.

 

- Vit halda, at málið hevur rættiliga stóran skund og í fyrsta umfari eru sostatt átta milliónir krónur settar av næsta ár til fyrireiking.

 

Landsstýriskvinnan vónar, at arbeiðsbólkurin fær gjørt eitt ítøkiligt tilmæli longu seint í vár, so tað kann koma við í komandi fíggjarlógarviðgerð, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

 

Í arbeiðsbólkinum eru, frá vinstru: Arne D. Madsen frá Landsverki, Jørgen Meitilberg og  Sigurð í Jákupsstovu, og Hans Pauli Joensen frá Fróðskaparsetrinum, Martin Næs og Mortan Zachariassen fyri Mentamálaráðið, og fremst, Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Kirstin Hansen, skal eisini umboða Landsverk í nevndini inn ímillum