Nú ætlar Tórshavnar býráð at seta sjøtul á arbeiðið at gera ein eldradepil í Kollafirði. Hetta er ein ætlan, sum alt býráðið tekur undir við, so tað er einki at ivast í, at verður samtykt. Sostatt er ætlanin at fara undir tær fyrstu fyrireikingarnar nú.
Tað eru sjey búpláss í verandi sambýli í Kollafirði, men tað er ikki tíðarhóskandi longur, og tað nøktar heldur ikki tørvin longur.
Tað liggur í kortunum, at tað skal vera pláss fyri 24-30 fólkum á nýggja eldradeplinum og ætlanin er. At talan skal bæði vera um røktarbúpláss, stutttíðarpláss,umframt røktaríbúðir og aðrar eldravinarligar íbúðir Harafturat skulu dagtilhald og venjingarumstøður verða á deplinum.
Ein røktaríbúð er oftast tann seinasti bústaðurin, áðrenn fólk fáa fast pláss á røktarheimi.
Eru røktaríbúðir knýttar at røktarheimi, verða tað starvsfólk á røktarheiminum, sum veita ta heimatænastu, ið borgarin annars vildi fingið sum heimabúgvandi.
Fyrsta stigið er, at byggi- og býarskipanarnevndin finnur eitt hóskandi grundstykki at byggja á. Annað stigið verður at seta eina bygginevnd og at játta tvær milliónir á fíggjarlógini fyri næsta ár til at gera eina byggiskrá og at projektera eldradepilin.