Seta sjóneykuna á ung og málið

Skipað verður fyri Móðurmálsdegnum í morgin.

Í annaðkvøld klokkan 19 verður skipað fyri serligum tiltaki í Nýggjustovu í Havn, har føroyska málið er í hásæti.


Í felag skipa Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Miðlahúsið, Føroya Fólkaháskúli, Kringvarp Føroya og Bókadeild Føroya Lærarafelags nevniliga fyri Móðurmálsdegnum 2016.


Evnið í ár er Ung og Málið, og er tað kanska ikki heilt óvæntað.


Kristin Marjun Magnussen, málfrøðingur og starvsfólk í Málráðnum, upplýsir fyri in.fo, at tað nevniliga eru útlendskir miðlar, fartelefonir og annað, ið serliga ung brúka, ið eru millum størstu avbjóðingarnar hjá føroyska málinum í dag.


- Størsta avbjóðingin hjá føroyska málinum er, at stóru útlendsku miðlarnir, teldur, fartelefonir, øll hesi amboðini, ið vit brúka dag og dagligt, eru útlendsk.


- Í annaðkvøld viðgera vit so føroyskt í filmum. Tað er ein listagrein, ið nógv ung hava tikið til sín, og er í blóma í løtuni. Vit ynskja at hyggja eftir hvussu føroyskt hevur tað í hesum økinum.


- Pætur Marjunarson Dahl fer at hava eina stutta hugleiðing um føroyskt filmsmál og føroyskt mál í filmi, og tosað verður eisini við fólk, ið fáast við filmslist í Føroyum, sigur Kristin Marjun Magnussen.


Tiltakið verður í annaðkvøld klokkan 19 í Í Nýggjustovu, Gongin 8.