Árliga umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu stendur durum, og í ár verða veðurlagsbroytingarnar settar á breddan saman við øktum CO2-útláti.
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku frá 7. til 14. mai.
- Veðurlagsbroytingarnar ávirka eisini okkum, og tað er greitt, at hvør einstakur borgari má kenna eina ábyrgd og gera tað, sum til ber at minka CO2-útlátið, sum er høvuðsorsøkin til stóru broytingarnar um okkara leiðir og aðrastaðni eisini, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini.
Fyrireikararnir skriva, at í Umhvørvisvikuni 2016 verður dentur lagdur á, hvat vit í felag, og hvat vit sum einstaklingar, húski, fyritøkur, virkir og stovnar kunnu gera til tess at minka orkunýtsluna og harvið eisini minka um okkara CO2-útlát.
Skipað verður fyri fleiri tiltøkum hesa vikuna. Millum annað ber til hjá fólkum at ogna sær vælumtókta plantupakkan til setanina, og stóru felags ruddingardagarnir verða hesaferð fríggjadagin 13. mai fyri skúlar, virkir og stovnar í Tórshavnar kommunu og leygardagin 14. mai fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur.