Fleiri staðni í høvuðsstaðnum eru í hesum døgum gulir seðlar at síggja við áskriftini Tak meg upp!!! og Lort í býin!!!
Teir ógvuliga sjónligu seðlarnir eru settir niður í hundalortarnar, sum liggja ymsastaðni á gøtunum í Havn.
Hesa vikuna er Umhvørvisvika, og tí verður eisini ljós varpað á trupulleikan, at hundaeigarar ikki taka upp eftir hundunum.
Við gulu seðlunum verður nú roynt at vísa øllum borgarunum í kommununi, hvussu stórur trupulleikin við hundalortum er.